![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Hesa tíðina eru tað inn ímillum veðurlíkindi, ið kunnu gera tað sera trupult í ferðsluni kring landið. Serliga eru tað hálka og kavi, sum kunnu verða til ampa.
Ábyrgdin hjá Landsverki er, at ferðslan verður tryggari fyri allar partar. Landsverk skrivar millum annað, at um øll taka ábyrgd, koyra eftir umstøðunum og ansa eftir hvørjum øðrum í ferðsluni, so verður hetta veruleiki.
Til at hjálpa hevur Landsverk á sínari heimasíðu millum annað givið nøkur ráð til
bilførarar í vetrarferðsluni. Eisini hevur stovnurin latið gera nakrar stuttfilmar um vetrarkoyring, sum millum annað vísa, hvussu ein kann fyrireika seg til ferðina og umstøðurnar í serligu umstøðunum.
Vetrarfilmur nummar 1 sæst ovast. Nummar 2 kann síggjast her og nummar 3 her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald