Hóast Theresa May lat bretska embætisbústaðin hjá forsætisráðharranum til Boris Johnson mikudagin, sleppur frensurin Larry at verða verandi í Downing Street 10.
Longu á sínum fyrsta degi í forsætisráðharrasessinum, framdi Boris Johnson eina stóra útskifting í ráðharratoyminum, men frensurin, sum hevur búð í húsunum í Downing Street síðan 2011, fær loyvi at varðveita heitið sum høvuðsmúsafangari, skrivar Politiken.
Frensurin Larry er, sambært bretskum miðlum, kendur fyri at vera ringur at imponera hjá nýggjum íbúgvum.
Tá Theresa May flutti inn í embætisbústaðin í Downing Street 10, greiddi hon frá, at hon var sera fegin um at hitta Larry, men at hon kendi seg meira sum eitt hundamenniskja.
Theresa May greiddi frá, at Larry dámdi at ráða yvir pørtum av húsunum, og at hann hevði ávís støð, har hann væntaði at sleppa at sita.
Har gingu eisini leysasøgur um, at fyrrverandi forsætisráðharrin, David Cameron, ikki hevði so gott samband við Larry.
Hetta royndi Cameron tó at mótprógva við at leggja eina mynd út á Twitter, har hann sat undir frensinum.
- Tíverri fái eg ikki tikið hann við mær. Húsið eigur hann, og starvsfólkini elska hann, segði David Cameron um Larry, stutt áðrenn hann gavst sum forsætisráðharri.
Larry er bert tann seinasti av mongum kettum, sum hava havt óofficiella heitið sum høvuðsmúsafangari (Chief Mouser) í embætisbústaðnum hjá forsætisráðharranum. Siðvenjan við at hava kettu í Downing Street 10 gongur heilt aftur til 1800-talið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald