
Meirilutin á fólkatingi hevur álit á danska ráðharranum við veðurlags-, orku- og veitingarmálum, Lars Aagaard úr Moderaterne.
Tað staðfesti ein atkvøðugreiðsla fyrrapartin.
86 fólkatingslimir atkvøddu fyri, at Aagaard kann halda fram sum ráðharri. 85 átkvøðu fyri at hann skuldi leggja frá sær. Ein atkvøddi blankt.
Hevði ein meiriluti atkvøtt fyri at fólkatingið ikki longur hevði álit á honum, hevði Aagaard verið noyddur at lagt frá sær.
Orsøkin til misálitisatkvøðugreiðsluna er eitt mál, har Aagaard ikki hevur sagt fólkatinginum allan sannleikan í einum máli um seinkingar á nýggjum ravmagnsneti.
- Mítt fokus er nú at skapa úrslit fyri danir og fyri grøna umskiftið. Tað skal gerast betri at vera elkundi í Danmark og so skulu vit longur fram á leið við at menna vindorkuna á sjógvi, og tað gleði eg meg til, segði Aagaard, sambært Ritzau eftir atkvøðugreiðsluna.
Hóast andstøðan á Fólkatingi ikki hevur álit á ráðharran, so var tað longu undan atkvøðugreiðsluni greitt, at meiriluti ikki fór at vera fyri uppskotinum um misálit.
Hetta tí at føroysku fólkatingslimirnir, Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum saman við grønlendsku Aaja Chemnitz úr AI atkvøddu saman við stjórnarflokkunum til tess at tryggja at Aagaard kundi halda fram sum ráðharri.
Grønlendska Aki-Matilda Høegh-Dam, sum er vald á fólkating fyri Siumut, men sum nú umboðar Naleraq í grønlendska landstinginum, var ikki til staðar tá atkvøtt varð. Men hon hevur greitt frá, at hon ikki hevði greitt atkvøðu um so var, at hon hevði verið til staðar í fólkatingssalinum.
Hetta var fyrstu ferð síðan 2006, at atkvøtt hevur verið á fólkatingi um misálit móti einum donskum ministara. Í 2006 var tað táverandi konservativi Lars Barfoed, sum yvirlivdi eina líknandi atkvøðugreiðslu, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald