
Um middagsleitið í dag varð ávarað um hálku á Oyggjarvegnum, eftir eitt ferðsluóhapp hevði verið í økinum.
Talan var um ein lastbil, sum gleið útav vegnum beint við vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga.
Sambært løgregluni spældi alt tó væl av.
– Førarin kláraði at fara úr bilinum sjálvur, og bilurin varð fluttur einar 40 minuttir eftir óhappið, hann hevur helst verið líka til at tikið upp, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at tey ikki vita, hvørjari støðu lastbilurin er í.
Førarin varð fluttur á sjúkrahúsið til kanningar, men seinnapartin varð hann sendur heim, eftir at tað varð staðfest, at hann ongan skaða hevði fingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald