Um miðjan desember er ætlanin at lata Blákrossbúð upp í Klaksvík.
Hølini eru fingin til vega, og handilin fer at halda til á Klaksvíksvegi 65, har Dals Vøruhús áður hevur hildið til.
Arbeitt verður nú við at finna sjálvboðin arbeiðsfólk til handilin, sum fer at selja klæðir og annað, skrivar Blái Krossur á heimasíðuni.
Møguleiki er at lata klæðir til handilin. Fyribils er møguleiki at seta posar uttanfyri bilhúsið á økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald