
Nú verður fyrsta skotið latið av til tunlarnar norður um Fjall. Skotið verður Árnafjarðarmegin.
Hósdagin 30. september kl.15:00 verður fyrsta skotið til tunlarnar norður um Fjall latið av. Skotið verður Árnafjarðarmegin.
Við tunnilsmunnan kl.15, fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin. Síðani fær Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at halda røðu. Eftir røðuna, fer Jørgen Niclasen, at lata fyrsta skotið av.
Til seinast verður kaffi, te og smákøkur at fáa í Róðraraneystinum í Árnafirði.
Landsverk sigur, at øll eru vælkomin.
Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900m langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200m langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6500m langt. Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald