Uttanlands

Lata heilt spakuliga upp í Danmark

Handlar á stødd undir 5000 fermetrar kunnu lata upp við avmarkingum, ítróttur og mentan uttandura kann fara fram við krav um kanning og tal av fólki, og skúlar í fáum økjum lata upp aftur. Um smittutrýstið ikki verður størri letur meira upp miðskeiðis í mars

Magnus Heunicke vísur á týdningin við at vera varin. Nakrar avmarkingar verða broyttar 1. mars, og um smittutrýstið er á

Magnus Heunicke vísur á týdningin við at vera varin. Nakrar avmarkingar verða broyttar 1. mars, og um smittutrýstið er á "rætta støðinum" verður latið upp fyri meira seinni í mars

2021-02-24 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á einum sonevndum "doorstep-tíðindafundi" fyrrpartin hava Magnus Heunicke, Nick Hækkerup og Pernille Rosenkrantz-Theil lagt ymiskt fram viðvíkjandi upplating í danska samfelagnum. Fyrstu stigini verða tikin 1. mars, men tey eru smá.

Í høvuðsheitinum kunnu framvegis bert fimm fólk savnast. Frisørar, biografar, venjingarmiðstøðir, handilsmiðstøðir og ikki heilt neyðugu viðgerðarstovnar skulu hava latið aftur. Tey, sum eru á hægri undirvísingarstøði enn í 4. flokki, kunnu bert hava undirvísing á alnótini. Matstøð, fyriuttan takeway, og skeinkistøð kunnu ikki hava virksemi koyrandi, og eingin innanduraítróttur, sum ikki er á yrkisstøði, kann vera. Tað er heldur ikki møguligt, at hava mentanartiltøk innandura.

Tað verður tó møguligt hjá mentanarstovnum frá 1. mars at hava virksemi uttandura - tó við kravið um negativa koronukanning. Til ber nú tildømis eisini at spæla fótbólt, ið ikki er á yrkisstøði. Heilsumálaráðharrin segði, at til ber hjá í mesta lagi 25 fólkum at savnast í slíkum førum. Heunicke hevði eisini góð tíðindi til handlar, sum eru upp til 5.000 fermetrar og sum ikki eru í handilsmiðstøðum. Teir kunnu lata upp í avmarka mát. Teir handlar ið eru yvir 5.000 fermetrar, og harvið savna fleiri fólk, kunnu hava opið eftir bílegging.

Mongu avmarkingarnar eru longdar til 5. apríl í fyrstu syftu - tað vil siga til beint eftir páskir. Tað er tó ikki galdandi fyri Bornholm, ið hevur heilt lág smittutal. Har kann tað mesta byrja aftur - tó við til tilmæli og ávísum krøvum um kanning. Í Vestur- og Norðurjútlandi ber eisini til hjá teimum flestu skúlanæmingum at møta upp aftur rímiliga regluliga. Her fylgir tó krav um kanning við. Undirvísingarmálaráðharrin, Pernille Rosenkrantz-Theil, vísti á, at so um smittustøðan í øðrum pørtum av landinum er hóskandi, so verður eisini farið aftur í skúla har 15. mars. Tað verður væntað, at teir seinastu landspartarnar kunu lata skúlarnir upp aftur 6. apríl. Yvirlit yvir upplating og avmarkingar sæst á TV2.dk.

Tað avhongur tó av, at smittutrýstið ikki gerst ov stórt, í mun til hvat Statens Serum Institut og aðrir serfrøðingar meta er ráðiligt. Hetta legði Magnus Heunicke dent á, og tað er tað, sum hann og onnur í stjórnini hava víst á í seinastuni er sentralt. Ætlanin er ikki at seta ov nógv uppá spæl í mun til vandan fyri øktum smittutrýsti, og Mette Frederiksen, ið fer at hava tíðindafund klokkan fýra føroyska tíð, hevur sagt, at tað er júst ein vandi við at lata samfelagið meira upp nú, tó at millum annað várið kann hjálpa.

Hetta eru politikkarar úr bláa blokkinum als ikki samdir í. Jakob Elleman-Jensen, formaður í Vinstra, og aðrir vísa á, at tær mongu avmarkingar hava verið ov leingi og tær eru vandamiklar fyri fólkaheilsu og annað, og at fyritøkur í hópatali eru í stórum vanda fyri at bløða út. SF, De Radikale og Enhedslisten gjørdust í gjárkvøldið samd við stjórnina um ætlanina fyri at lata meira upp frá 1. mars. Flokkarnir í bláa blokkinum vóru ógvuliga ónøgdir við samráðingarnar og ynsktu ikki at verða við.

Les eisini:  Elleman-Jensen: - Fólk fara at doyggja av avmarkingunum  



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder