Innanlands

Leiðreglur fyri handfaring av smittusjúkum á føroyskum

Etiska ráðið hevur týtt leiðreglur hjá WHO frá 2016 til føroyskt

2020-12-01 08:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá álvarsamar farsóttir herja, mugu avgerðir ofta takast í skundi og stundum eisini á ivasomum vísindaligum grundarlagi. Tíðartrýst og avmarkað tilfeingi kunnu forða umhugsan, heildarhugsan og gjøgnumskygni, ið ein sterk, etisk støðutakan annars krevur.

Etiska ráðið í Føroyum hevur nú, í sambandi við Covid-19, tikið stig til at týða bókling við leiðreglum fyri etiska handfaring av smittusjúkum, sum heimsheilsustovnurin WHO gav út í 2016.

Bóklingurin er í 14 pørtum, sum hvør viðger etiskar spurningar, sum knýta seg at einum ávísum øki.

Til dømis skyldur hjá stjórnum og altjóða samfelagnum, tillutan av avmarkaðum tilfeingi, gransking í farsóttartíð, skjót vitanarlutan, og rættindi og skyldur hjá heilsustarvsfólki.

Bóklingurin, sum á føroyskum hevur fingið heitið “Leiðreglur fyri etiska handfaring av smittusjúkum”, er ætlaðar sum íkast til almennar, fólkaheilsuligar etiskar leiðreglur. Tær skulu tí lesast saman við meira almennum vegleiðingum um evnir sum fólkaheilsueftirlit, gransking við menniskjum, og tørvin hjá viðbreknum bólkum.

Etiska ráðið vónar, at bóklingurin er brúkiligur hjá myndugleikum, læknum, heilsustarvsfólkum, granskarum, framleiðarum av heilivági og heilsuútgerð, hjálparfelagsskapum, tíðindafólkum og øðrum viðkomandi pørtum, ið ráðleggja og taka lut í átøkum móti farsóttum bæði í privata og almenna geiranum.

Doris Hansen hevur umsett ritið, ið einans finnst teldutøkt. Í ritstjórnini hava sitið Hildur við Høgadalsá, Marjun Bæk, Jógvan D. Hansen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder