Innanlands

Lív sleipaði útlendskan seglbát á Havnina

Seglbáturin hevði mist mastrina og seglið sunnan fyri Borðuna, og tá hann skuldi sigla síðsta strekkið við motorkraft, fekk hann maskinskaða

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-07-11 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan 21.30 varð Rescue Lív send at sleipa ein seglbát til Havnar.

Talan var um ein útlendskan seglbát, sum misti mastrina og seglið tveir fjórðingar sunnan fyri Borðuna. Tá hann skuldi sigla síðsta strekkið til Havnar við motorkraft, fekk hann maskinskaða.

Síðani varð Lív boðsend á staðið, og kom báturin trygt í havn.

Vørn skrivar, at har var ongantíð nakar vandi á ferð, og hevur manningin tað gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder