- Eg havi ongantíð roynt at verið einsamallur í so langa tíð. Tað verður stóra avbjóðingin í mun til teir rógvitúrarnar eg higartil havi gjørt.
Soleiðis sigur Livar Nysted úr Hvannasundi, sum í nógv ár hevur havt ein dreym um at rógva tvørtur um Atlantshav í føroyskum báti.
Í vetur fór bátasmiðurin Hanus Jensen úr Skúvoy undir at smíða 6-mannafarið, sum Livar skal rógva við. Báturin er um at vera liðugur, hóast korona-hóttanin hevur seinkað arbeiðinum.
Men sjálvur báturin er ikki størsta avbjóðingin, tí at byggja bát til hetta endamálið hevur Hanus prógvað fyrr. Sum blaðungur bygdi hann snøgga farið, ”Dianu Victoriu”, til Ova Joensen at rógva úr Føroyum til Danmarkar.
Livar sær størri avbjóðing í at evna kabinuna úr glastrevjum, sum skal setast niður í bátin. Kabinan skal brúkast til at sova í og eisini til goymslu. Men fyrst av øllum skal henda kabinan eisini tryggja bátinum ímóti at hvølva – tað vil siga, at hvølvist báturin, skal kabinan tryggja, at hann vendir seg á rættkjøl aftur.
Hetta skal testast væl og virðiliga áðrenn Livar kennir seg vísan í at leggja frá landi tvørtur um Atlantshav.
Ætlanin er at byrja túrin á Kanariuoyggjum og so rógva til Antigua í Karibiahavi – ein leið nakað norðan og vestan fyri leiðina teir nú róðu til Franska Guyana umvegis Kapo Verde.
Ferðin kann bara gerast fyrst á árinum fyri at sleppa undan árstíðini við tropiskum ódnum, og eisini fyri at fáa besta byrin yvir um hav, so um tað ikki eydnast at koma avstað við komandi ársbyrjan, so verður bíðað til januar 2022, sigur Livar Nysted í hesi samrøðuni.
Les eisini:
12. februar 2019: Livar fyrireikar seg til nýtt kappabragd
13. februar 2019: Um Atlantshavið í lítlum yvirbygdum seksmannafari
4. november 2019: Video: Hanus byrjaður at smíða bátin hjá Livari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald