
- Satt at siga gjørdist eg skakkur, tá eg frætti, at ein variantur av minkavariantinum var staðfestur í Føroyum.
Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen á tingi í dag í sambandi við, at hann fekk ein munnligan fyrispurning frá Kristinu Háfoss, tingkvinnu, um serliga minkavariantin, ið varð staðfestur í Danmark herfyri.
- Eg setti meg beinanvegin í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og fekk her váttað, at ein variantur av sokallaðu minka-mutasjónini var staðfestur í Føroyum. Men tíbetur var talan um eina variasjón av hesum sokallaða cluster-5 variantinum, sum ikki verður mettur at kunna skaða komandi koppsetingarevni.
Løgmaður upplýsti eisini, at honum upplýst var talan um ein persón, ið kom til Føroya við hesum variantinum, og at viðkomandi persónur møguliga hevur smittað ein annan persón. Men tað er nú staðfest, at henda smittuketan er brotin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald