Løgreglan hevur í dag send út eina ávaring um svikalist, sum gongur fyri seg á sosiala miðlinum Viber.
Fleiri borgarar hava fingið boð á Viber, har tey verða biðin um at trýsta á eitt leinki og síðan tøppa inn nøkur loyniorð, sum tey fáa við sms-boðum.
- Gerningsmaðurin sendir síðan eini boð um, at hann hevur hakkað seg inn á telefonina og sigur, at hann nú hevur samband við Visakort, netbanka, reiðipenger og er førur fyri at steingja simkortið í telefonini.
- Mett verður tó, at talan er um tómar hóttanir í vón um at trýsta fólk til at flyta pengar til gerningsmannin, skrivar løgreglan.
Umframt at taka skíggjamynd av boðunum, eigur avsendarin at blokerast og boðini strikast. Mælt verður í øllum førum frá at trýsta á leinki ella at senda boð aftur til avsendaran.
Løgreglan heitir á øll um at vera varðin við øllum, sum kemur óvæntað frá ókendum avsendarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald