2022-07-11 13:25

Veðurforsagnirnar boða frá nógvum vindi í kvøld og í morgin, og í hesum sambandi heitir løgreglan á fólk um at tryggja leysar lutir.
– Í samband við at veðurforsagnirnar lova nógvan vind komandi døgnið, heita vit á fólk um at tryggja leysar lutir, so sum byggitilfar, trampolinur, havamøblar og líknandi, skrivar løgreglan í fráboðan á Facebook.
Sí veðurforsøgnina á Portalinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald