Innanlands

Maður ákoyrdur í Vesturbýnum

Tíðliga sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp við Marknagilsvegin í Havn, og løgreglan sóknast í morgun eftir bilføraranum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-17 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjáramorgunin var eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein maður varð ákoyrdur av einum bili.

Hetta hendi við krossvegin við Svalbardsvegin og Marknagilsvegin millum klokkan fýra og fimm um morgunin, upplýsir løgreglan, sum nú sóknast eftir bilføraranum.

Bilførarin tosaði við ákoyrda mannin beint eftir hendingina, men hann helt í fyrstu atløgu ikki, at hann hevði fingið skaða. Men hetta kann ikki útilokast, og vil løgreglan tí í samband við bilføraran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder