Løgreglan leitar eftir vitnum í sambandi við eina hending í miðbýnum í Havn seint í gjárkvøldið.
Í gjárkvøldið klokkan 23.38 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður lá bløðandi við Tórshøll í miðbýnum. Maðurin var uttan vit, men tá løgreglan kom á staðið, fekk mann samband við hann. Hann var tó ikki førur fyri at greiða frá, hvat var hent.
Løgreglan vil tí fegin frætta frá fólki, sum hava sæð, hvat hendi.
Maðurin bløddi í andlitinum, og ábendingar eru um, at maðurin hevur verið fyri harðskapi, men tað kann ikki útilokast, at hann er dottin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Maðurin er innlagdur á Landssjúkrahúsinum í løtuni, og fer løgreglan at tosa við hann seinni.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald