2018-06-21 15:35

Mannarættindadómstólurin í Strasbourg hevur avvíst klaguna hjá Anders Behring Breivik móti norska statinum um umstøðurnar í fongslinum.
Mannarættindadómstólurin hevur viðgjørt klaguna og sambært NRK verður hon avvíst, tí at hon er heilt uttan grundarlag.
Breivik saksøkti norska statin fyri ómenniskjaliga og eyðmýkjandi viðferð í fongslinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald