Margreta drotning, sum fyrst í farnu viku fekk staðfest koronu, er nú sloppin úr sóttarhaldinum, boðar kongshúsið frá.
Meðan drotningin hevur verið avbyrgd á Fredensborg slottinum, hava tiltøk, sum hon skuldi luttikið í, verið avlýst, og krúnprinshjúnini hava eisini verið vertir fyri fleiri galladøgurðar í hennara stað.
Nú drotningin er sloppin úr sóttarhaldinum, fer hon beinleiðis til Oslo, har hon í kvøld skal taka ímóti norðurlendskari málvirðisløn og luttaka í galladøgurða.
Talan er um virðislønina Nordens språkpris, sum Norrøna Felagið, Foreningen Norden, í Noregi hevur latið síðan 2010. Virðislønin verður givin fyri at heiðra persónum og stovnum, sum eru við til at økja um málfatanina tvørtur um landamørk í Norðurlondum.
Margeta drotning fær viðislønina, sum verður handað av norsku Sonju drotning, fyri at vera ein týðandi rødd fyri norðurlendskt samstarv, felagsskap og mál. M.a. hevur drotningin heitt á ung í Norðurlondum um at brúka skandinavisk mál, tá tey tosa saman.
Sambært Ritzau tosar Margreta drotning, umframt dansk, fýra mál. Talan er um franskt, svenskt, enskt, og týskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald