Mentan

Martin Joensen-tiltakið á stórskíggja

Nógv hava ikki fingið atgongumerki til fagnaðarkvøldið fyri Martini Joensen í kvøld. Tí verður stórskíggi settur upp

2023-08-26 14:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Av tí at so mong ikki hava fingið atgongumerkir til Fagnaðarkvøldið fyri Martini Joensen í kvøld í Vestmanna, verður stórskíggi settur upp uttan fyri miðnámsskúlan, har tiltakið er.

Tað er í sambandi við, at Martin Joensen verður 70 ár, at Vestmanna kommuna saman við Sprotanum skipar fyri fyri fagnaðarkvøldi.

Til fagnaðarkvøldið í kvøld, sum altso er útselt, framføra Eivør, Vestmenn, Lena og Niclas, Bárður á Lakjuni, Terje Vestergaard og vestmanna sangkór.

Vestmanna kommuna sigur, at øll eru vælkomin at møta upp uttan fyri miðnámsskúlan, og hetta er ókeypis. Tiltakið byrjar klokkan 20.

Faer Isles Distillery hevur opið, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder