Seinastu dagarnar eru fleiri tiltøk vorðin avlýst vegna koronu, men Mentanarnáttin á TVøroyri verður sum ætlað fríggjadagin 28. mai, boðar Tvøroyarar kommuna frá.
– Vit hava tosað við landslæknan, Lars Fodgaard Møller og Pál Weihe, yvirlækna á Koronaráðgevingini og í samráð við teir, hava vit gjørt av at halda Mentanarnáttina á Tvøroyri, fríggjadagin hin 28. mai, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
– Koronahóttanin er ikki av, men við at gera ymiskar tillagingar og syrgja fyri, at ikki ov nógv fólk savnast, so skulu vit nokk fáa eina góða mentanarnátt. Vit fara at gera ymiskar tillagingar í skránna, soleiðis at vit fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum um frástøðu og reinføri. Hetta verður kunnað um so skjótt alt er klárt, á heimasíðuni hjá kommununi og á Facebook, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald