Innanlands

Midnáttarsangurin dregur á ólavsøku

Spyr.fo: Hetta fara føroyingar til á ólavsøku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-26 19:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvat fert tú til á Ólavsøku? Um tú svarar ”til midnáttarsangin”, so svarar tú sama, sum føroyingar flest.

Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin týsdagin vórðu fólk eisini spurd um hvat tey ætlaðu sær til á ólavsøku.

Og nógv flestu av teimum, sum fara á ólavsøku, ætla sær til felagssangin á midnátt annan dag. Heili 63,5 prosent siga seg fara til midnáttarsangin.

Sí eisini: Helmingurin av Føroya fólki fer á ólavsøku 

Næststørsta atdráttartiltakið á ólavsøku er avgerandi kappróðurin, har føroyameistaraskapurin í tjóðarítrótt Føroya verður avgjørdur og heiðraður. Yvir helmingurin av fólkunum, 51,9 prosent, siga seg fara til kappróður í ár.

Listin avdúkar, at hvørki dansur ella útimøti lokka fólk á ólavsøku nú á døgum. 10 prosent siga seg ætla á útimøti og 11,5 prosent siga seg ætla sær í dans, meðan 17,3 prosent av teimum spurdu ætla sær til kabarett.

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder