
- Um málið er, at vit skulu royna at hækka støðið í føroyskum fjølmiðlunum, so dugi eg ikki at síggja tað sum eitt problem, at ein lítil miðil fær mest, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
Miðilin, sum fekk mest í stuðli í fjør var Sosialurin sum fekk 691.727 krónur meðan Jn.fo fekk minst, 79.964 krónur.
- Framyvir verður stuðulin baseraður uppá kvalitet og uppá nýskapan. Til ber at søkja um eitt nú at framleiða greinarøðir um ávís evni, og so metir miðlastuðulsnevndin um, hvussu nógv skal latast til hvønn miðil, sigur Jenis av Rana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald