
Tey, sum høvdu glett seg at brúka MobilePay í apríl, mugu bíða nakað enn.
Betri banki upplýsir, at føroysku peningastovnarnir eru kunnaðir um, at MobilePay-loysnin til Føroya tekur longri tíð at menna enn væntað.
Nýggjastu boðini frá Mobile Pay eru, at tænastan helst verður klár og tøk at brúka í Føroyum í summar.
Í februar vóru boðini annars tey, at síðstu tøknuligu forðingarnar fóru nú at verða losytar og at í apríl skuldi tænastan gerast tøk í Føroyum.
MobilePay er ein app, ið ger tað ómakaleyst at rinda og flyta pengar til onnur bert við at skriva telefonnummarið. Við MobilePay koma pengarnir á kontu alt fyri eitt, og tað er skjótt at býta útreiðslur millum fleiri fólk. Eisini ber til at senda umbøn um gjalding, um onkur skyldar tær pengar.
Skipanin verður eisini ein fyrimunur fyri smærri vinnurekandi, ítróttarfeløg og onnur, ið taka ímóti gjaldingum javnan ella bara av og á. Tað verður nú munandi lættari at taka ímóti gjaldingum til ítróttartiltøk, festivalar, í handlum, á kaffistovum og í støkkupphandlum ella -matstovum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald