Í kvøld verður skipað fyri orðaskifti um Føroya mál, har fólkið sleppur til orðanna. Hetta hendir í Løkshøll í Runavík, og tiltakið er ein partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.
Kvøldið er skipað við tveimum framløgum og bólkum, ið skifta orð um viðkomandi evni. Umframt Ivan Niclasen og Jonhard Mikkelsen luttaka hesi: Gunnar Justinussen, Óluvá Klettskarð, Jenis av Rana, Katrin Petersen, Heiðrik á Heygum, Durita Dal Andreassen, Niels Jákup Thomsen og Páll Isholm. Solby A. Christiansdóttir er orðstýrari
Eftir at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevur bjóðað vælkomin fer Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri at greiða frá málpolitikkinum hjá Kringvarpi Føroya í mun til tær skyldur og ábyrgdir, ið liggja á public service stovninum.
Eftir framløguna er orðaskifti millum luttakararnar.
Síðani fara Stongum og Guttesen at syngja nakrar sangir, og hareftir fer stjórin í Sprotanum, Jonhard Mikkelsen at greiða frá, hvussu málsligu amboðini eru ment seinastu 20 árini, og hvørjum arbeitt verður við nú. Aftaná er orðaskifti.
Tiltakið er alment og ókeypis og byrjar klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald