
Danski ráðharrin við matvørumálum, Mogens Jensen, hevur í dag lagt frá sær sum av minkamálinum.
Hesum boðaði hann frá á Facebook-vanga sínum í dag
Mogens Jensen sigur, at hann hevur mist álitið frá Fólkatinginum, tí at hann uttan lógarheimild gav boð um at avtaka – drepa – allar minkar í Danmark.
- Fyri at eg kann virka sum ráðharri er tað avgerandi, at eg havi neyðuga álitið í Fólkatinginum.
- Nú eg eri greiður yvir, at eg ikki longur havi neyðuga stuðulin frá flokkunum á tingi, havi eg boðað stjórnarleiðaranum frá, at eg taki meg úr stjórnini, skrivar Mogens Jensen á Facebook.
Hesa seinastu hálva aðru vikuna hevur Mogens Jensen verið fyri hørðum ábreiðslum, tá tað gjørdist greitt, at lógarheimild ikki var fyri fráboðanini, sum stjórnin sendi út 4. november um at taka allar minkar í landinum av.
Ein frágreiðing um tilgongdina – herundir eisini nær hann varð gjørdur varðugur við mistakið – er send flokkunum, men enn ikki almannakunngjørd, skrivar Ritzau.
Á Facebook skrivar Mogens Jensen, at í frágreiðingini verður ásannað, at hansara “ráðharraráð hevur gjørt eitt mistak”.
Pia Olsen Dyhr, forkvinna fyri SF hevur boðað frá, at flokkur hennara var til reiðar at leggja eitt uppskot um misálit móti Mogens Jensen. Hon sigur nú, at tað var klókt av honum at leggja frá sær.
Eisini framsøgumaðurin hjá Enhedslisten, Peder Hvelplund, sigur, at evgerðin var klók.
Mogens Jensen hevur ongar ætlanir um at gevast í politikki av hesi orsøk. Hann sigur seg gleða seg til at fáa betri tíð við familju og vinum, og so fara av fullum huga undir arbeiðið í fólkatingsbólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald