Saudiarabiski kongurin Salman bin Addulaziz hevur tilnevnt son sín, Mohammed bin Salman krúnprins til forsætisráðharra. Forsætisráðharrasessin yvirtekur krúnprinsurin frá 86 ára gamla pápanum.
Samstundis hevur kongurin tilnevnt næsta son sín Khalid bin Salman prins til verjumálaráðharra, og yvirtekur hann sostatt gamla sessin hjá krúnprinsinum, framgongur í nýggjari løgskipan. Áðrenn hetta var Khalid bin Salman varaverjumálaráðharri.
Krúnprinsurin hevur í roynd og veru verið leiðari av Saudiarabia seinastu árini, og samsvarar nýggja forsætisráðharraembætið við teimum uppgávunum, sum pápi hansara longu hevur givið honum, sigur saudiarabiskur embætismaður sambært Ritzau.
Krúnprinsurin hevur m.a. havt ábyrgdina av at umboða Saudiarabia á uttanlandsvitjanum og standa á odda fyri toppfundum, sum Saudiarabia hevur verið vertur fyri.
Sambært løgskipanini, fer Salman kongur famvegis at standa á odda fyri teimum stjórnarfundunum, sum hann luttekur í.
Salman Salman bin Addulaziz hevur verið kongur síðan 2015. Seinastu árini hevur hann verið innlagdur fleiri ferðir av ymiskum orsøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald