2024-11-04 08:25
Sitandi forsetin í Moldova, Maia Sandu varð afturvald á forsetavalinum í gjár.
Við 55 prosent av atkvøðunum tryggjaði hon sær fýra ár afturat, meðan mótstøðumaður hennara, Alexandr Stoianoglo fekk 45 prosent, vísa tøl frá valnevndini í landinum.
Neyðugt var við tveimum valumførum, av tí at einki valevni megnaði at fáa yvir 50 prosent av atkvøðunum í fyrra umfari fyri tveimum vikum síðani. Tá fingu Sandu og Stoianoglo ávikavist 42 prosent og 26 prosent av atkvøðunum, skrivar Ritzau.
Sandu verður mett at vera meira vinarlig mótvegis ES og Vesturheiminum, meðan Stoianoglo varð mettur at vera meira vinarligur mótvegis Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald