Innanlands

Munurin minkar alsamt

Nú eru 2.548 fólk, ið hava fingið fyrru koppsetingina men ikki ta seinnu. Beint yvir 100 fólk fingu fyrra prikið í gjár

2021-08-27 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu 252 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Harav fingu 104 fólk fyrra prikið, og 148 fólk ta seinnu koppsetingina.

Harvið minkar munurin framvegis millum tey, ið eru liðugt koppsett og tey, sum mangla seinnu koppsetingina. 

Nú hava 36.625 fólk fingið fyrru koppsetingina. 34.077 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. Talan er sostatt um  2.548 fólk, ið bíða eftir at verða liðugt koppsett.

Tilsamans 70.702 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, skrivar corona.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder