
Lítla løtu eftir at tíðindini bórust um, at Elizabeth drotning var deyð, varð flaggað við hálvari stong á Buckingham Palace í London.
Fólk savnaðust uttanfyri slottið, og eisini var mynd av drotningini at síggja á stórum skíggja í miðbýnum í London.
Elizabeth drotning doyði 96 ára gomul seinnapartin í dag. Sonur hennara, 73 ára gamli Charles hevur tikið yvir á trónuni við tignarheitinum Charles kongur hin triði.
Sí myndir frá EPA myndatænastuni:
-
Fólk savnaðust uttanfyri Buckingham Palace í London (Mynd: EPA)
-
Konghúsið kunngerð, at Elizabeth drotning er deyð (Mynd: EPA)
-
Tungu boðini skulu avmyndast (Mynd: EPA)
-
Flagga við hálvari stong á Buckingham Palace (Mynd: EPA)
-
London í kvøld (Mynd: EPA)
-
Á Piccadilly Circus í London (Mynd: EPA)
-
Tornið hjá bretska postverkinum í London (Mynd: EPA)
-
Í Europa League dystinum millum Manchester United og Real Sociedad var eitt minutt tøgn áðrenn dystarbyrjan (Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald