Í sambandi við áttanda part í røðini um verju, sum Petur Zachariassen leggur til rættis á Portalinum, var Jens Kristian Vang, myndmaður, umborð herfyri.
Hoyr poddvarp: Hví liggur Brimil við kei í dag og ikki úti á sjónum?
Hann tók myndir umborð á vaktar- og bjargingarskipinum hjá Vørn, sum er bygt í Noreg í ár 2000.
Brimil er 59,96 metrar til longdar og 12,6 metrar breitt, og er hóast síni 25 ár okkara nýggjasta skip av sínum slag. Hitt vaktarskipið, Tjaldrið, er skjótt 50 ára gamalt.
Í poddinum hjá Peturi Zachariassen ber til at hoyra samrøðu við skiparan, Elias Zachariasen. Lurta her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald