Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj er nú fluttur á sjúkrahús fyri fangar, og har verður hann dagliga kannaður av einum lækna.
Tað var í februar, at hann varð dømdur hálvttriðja ára fongsulsrevsing. 31. mars fór hann í hungursverkfall, og seinastu dagarnar hava læknar stúrt fyri heilsuni hjá honum.
Russisku myndugleikarnir siga, sambært Ritzau, at læknar hava gjørt av at innleggja Navalnyj á sjúkrahúsi hjá fongsulsleguni eystanfyri Moskva. Sagt verður, at støðan hjá honum er nøktandi, og at hann hevur játtað at taka vitaminir í sambandi við viðgerð sína.
Í farnu viku varð Navalnyj fluttur á serliga sjúkradeild í fongslinum. Hann hevði m.a. trupulleikar við andadráttinum.
Tíðindastovan Tass skrivar, at hann varð kannaður fyri bæði tuberklar og koronu, men at úrslitið frá báðum kanningunum var negativt.
Les eisini: – Navlnyj fer ikki at doyggja í fongslinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald