Innanlands

Netmiðlar eiga at strika møguleikan at viðmerkja greinar

Viðmerkingarnar undir greinum eru ofta fullar av persónligum álopum, at miðlarnir eiga at taka møguleikan burtur, heldur Annika Olsen, tingkvinna

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-27 13:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað skal ikki bera til at viðmerkja eina grein eitt nú her á Portalinum. Hetta heldur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

- Í mun til haturstalu er tað ein byrjan, at portalarnir strika møguleikan hjá fólki at viðmerkja greinir og annað. Aloftast eru viðmerkingarnar fullar av persónligum álopum heldur enn kvalifiseraðum og fakligum innleggum, sum leggja nakað afturat kjakinum ella upplýsa okkum um nakað annað, skrivar Annika Olsen í einum uppslagi á sínum Facebook vanga.

- Um ein viðmerkjari hevur eina rættleiðing ber til at deila greinina á síni siðu, har man kann kjakast viðari ella i øðrum lagi sjálvur/sjálv skriva eitt lesarabræv, heldur tingkvinnan.

Hon sigur, at onkur miðil er byrjaður at strika møguleikan at viðmerkja.

- Eg haldi, at hetta er ein gongd leið at koma haturstalu til lívs og forða fyri haturstalu á teimum almennu pallunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder