Í amerikanska stórbýnum New York hava gongufólk higartil kunnað fingið upp í 250 dollarar í bót fyri at síggja burtur frá ferðslureglunum og fara yvirum vegin, tá ferðsluljósini lýsa reytt, men soleiðis er ikki longur.
Býráðið í New York hevur nevniliga avgjørt, at tað er í lagi hjá gongufólki at síggja burtur frá hesum reglum, sum annars eru galdandi fyri onnur í ferðsluni.
Tað er ikki óvanligt í New York, at fólk ganga framvið reyðum ljósi. Seinastu fimm árini hava 200 fólk latið lív, tí tey fóru yvirum vegin, meðan ferðsluljósini lýstu reytt.
Ein grundgeving fyri lógarbroytingini er, at løgreglan í New York søguliga hevur havt lyndi til at útskriva nógvar bøtur til gongufólk av afroamerikonskum ella latínamerikonskum uppruna, og lógarbroytingin skal tí vera við til at minka um rasuójavnan, umframt at hon skal geva løgregluni meira tíð til tey meira álvarsomu lógarbrotini.
Borgarstjórin í New York undirstrikar, sambært Ritzau, at tað uttan mun til nýggju reglurnar, framvegis er vandamikið at ganga framvið reyðum ljósi ella at fara yvirum vegin, har eingin gonguteigur er, og eru øll meira trygg, um tey gera eftir ferðslureglunum.
Umleið ein triðingum av teimum, sum doyggja í ferðsluvanlukkum í New York eru gongufólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald