Uttanlands

Neyðstøða lýst í New York: Poliovirus funnið í spillvatninum

Myndugleikarnir í amerikanska statinum heita nú á borgarar um at lata seg koppseta móti polio

New York City (Savnsmynd)

New York City (Savnsmynd)

2022-09-10 19:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í amerikanska statinum New York royna myndugleikarnir nú at seta ferð á arbeiðið at koppseta íbúgvar móti polio.

Orsøkin er, at poliovirus er funnið í spillvatnsroyndum á fýra støðum í statinum – Rockland, Orange, Sullivan og Nassau.

Í juli skrásetti New York fyrsta poliotilburðin í USA í eitt áratíggju, tá ein vaksin persónur í Rockland varð staðfestur smittaður, og neyðstøða er nú lýst í statinum.

– Tá tað snýr seg um polio, kunnu vit simpulthen ikki taka kjansin, sigur Mary Basset, heilsukommisserur í statinum.

Polio kann elva til lammilsi, og ávirkar serliga børn, ið eru trý ár ella yngri. Til ber at verða koppsettur móti sjúkuni. Koppingarevnið gjørdist tøkt í 1955.

Sambært Ritzau mæla myndugleikarnir í New York nú til, at vaksin og børn heilt niður í tveir mánaðir verða koppsett móti polio.

Nú guvernørurin hevur lýst neyðstøðu í statinum fram til 9. oktober, sleppa sjúkrabilsmanningar, ljósmøður og starvsfólk á apoteki at koppseta fólk móti polio.

Myndugleikarnir í New York hava sett sær fyri, at 90 prosent av íbúgvunum skulu hava fingið koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder