Innanlands

Niðursett ferð á Kaldbaksvegnum

Komandi tvær næturner er vegurin stongdur vegna asfaltarbeiði

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2025-04-24 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvir bilførarar, sum koyrdu eftir vegnum millum Sund og Kaldbaksbotn í gjár, hava ilskast inn á ferðaforðingarnar, sum eru galdandi nú meðan asfaltið á einum rættiliga longum strekki verður hølvað av, í sambandi við at nýtt asfaltlag skal leggjast á vegin.

Hægst loyvda ferðin í løtuni er 40 kilometrar um tíman. Henda avmarkingin kom í gildi í gjár, og verður eisini galdandi í dag. Tá vit tosaðu við vaktleiðaran hjá løgregluni í morgun, høvdu tey enn ongan bilførara tikið fyri at koyra ov skjótt á strekkinum.

Løgreglan fekk fráboðan frá fleiri bilførarum, sum eitt nú undraðust á at ferðaavmarkingin var galdandi fyri eitt so langt strekki. Løgreglan hevur verið úti og hugt eftir skeltingini og staðfest, at rætt er skeltað.

Ferðaavmarkingin hevur eisini havt ávirkan á almennu bussferðsluna, sum hevur trupulleika við at halda ferðaætlanina við hesi umfatandi ferðaavmarkingini.

Komandi nátt og næstu nátt verður strekkið stongt fyri allari ferðslu, tí ætlanin er at fara undir at asfalterað strekkið í báðum rætningum.

Vegurin verður stongur í tíðarskeiðinum millum klokkan 20 á kvøldið og 06 um morgunin. Koyrandi verður millum Kaldbak og Kaldbaksbotn, so kaldbaksfólk mugu, eins og øll onnur, taka umvegin eftir Oyggjarvegnum um koyrast skal á náttartíð hesar komandi tvær næturnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder