Mentan

"No Time To Die" góð ummæli frá bretskum miðlum

Bæði The Guardian og BBC geva nýggjasta James Bond-filminum fimm stjørnur – Filmurin verður frumsýndur í Føroyum í nátt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-09-29 15:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ferð eftir ferð varð filmurin útsettur orsakað av koronu, men í gjár var 25. James Bond-filmurin, "No Time To Die" endiliga frumsýndur í Royal Albert Hall í London.

Ummælarar tykast tó ikki at vera heilt samdir um góðskuna av nýggja James Bond-filminum. Filmurin, ið m.a. inniheldur upptøkur úr Kalsoynni, hevur tó fingið nøkur avbera góð ummæli í bretskum miðlum.

Ummælarin hjá The Guardian hevur givið filminum fimm út av fimm stjørnum.

"No Time To Die er skelkandi, óvanliga sjálvtilvitandi, stuttligur og sannførdur" skrivar ummælarin. "No Time To Die" sær út, sum gongur hann fyri seg í veruliga heiminum, eitt stórt, opið stað, sum vit øll leingjast eftir".

Aðrir miðlar eru tó ikki so gávumildir. Filmurin fær tríggjar av fimm stjørnum frá Independent, meðan filmurin fær fýra stjørnur frá Evening Standard.

Ummælarin hjá Independent skrivar m.a., at hetta var ein skuffandi endi hjá Daniel Craig í leiklutinum sum James Bond. Hesin 25. Bond-filmurin í røðini er nevniliga samstundis tann síðsti við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum sum agent 007. Tó leggur ummælarin afturat, at leikarin er "frálíkur" í filminum.

Ummælarin hjá BBC gevur tó eisini "No Time To Die" fimm stjørnur.

– "No Time To Die" ger júst tað, sum hann skal, at avrunda Craig-tíðarskeiðið við stórum framsøkni og sjálvsáliti. Umframt tað, megnar hann onkursvegna at taka nakað frá øllum hinum Bond-filmunum og seta tað saman.

Nýggi James-bond filmurin verður frumsýndur í Havnar Bio í nátt klokkan 00.07.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder