Nógv fólk vóru samankomin og nógv varð gjørt burturúr, tá KFUK í Havn í gjár kundu halda 100 ára stovningardagin.
Millum gestirnar var Heðin Mortensen, bortarstjóri í Havn, sum við sær hevði ein gávukekk á 100.000 krónur til felagsskapin.
Í røðu síni kom hann inn á ómetaliga stóra sosiala týdningin, sum KFUK hevur havt hesa øldina, felagsskapurin hevur virkað.
- KFUK hevur hesi árini staðið fyri missiónsarbeiði við tí fyri eyga samstundis at reka sosialt arbeiði. Skótaarbeiði, kristiligir fundir, eldrasamkomur, fyrilestrar, ytrimissión. KFUK hevur samanlagt havt ein veldugan týdning fyri býin, bæði trúarliga og sosialt, segði Heðin Mortensen.
Meira burtur úr røðuni hjá borgarstjóranum og fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald