Uttanlands

Noreg: Fann seyminál í banan

Ein kvinna varð stungin av einari nál, tá hon skuldi eta eina banan, sum hon hevði keypt í lokala matvøruhandlinum. Málið er meldað til løgregluna

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-12-20 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta sunnudag keypti ein kvinna eina banan í lokala Coop-handlinum í Sarpsborg í Noregi. Tá hon skuldi skera hana sundur dagin eftir, varð hon stungin av onkrum hvassum. Hetta vísti seg at vera ein seyminál.

"Tað er ræðandi at hugsa sær, at onkur ynskir at gera ilt móti øðrum," sigur kvinnan við NRK.

"Hevði nálin verið trýst longur inn í bananina, kundi eg havt etið hana, og tað hevði kunnað enda ræðuligt," sigur hon.

At fólk finna nálir í matvørum er tíverri ikki nakað nýtt. Tað vakti nógvan ans í heyst, tá seyminálir vórðu funnar í jarðberum og bananum í Avstralia. Ein 50 ára gomul kvinna varð seinni handtikin í málinum, og hon kann fáa upp til 10 ára fongsulsrevsing.

Eitt ársgamalt barn í Svøríki varð eisini sent á sjúkrahúsið eftir at hava etið eina banan, ið innihelt fleiri syminálir.

Sambært umboð hjá Coop er hetta fyrstu ferð, nálir eru funnar í mati í Noregi. Coop hevur meldað málið til løgregluna.

Vakmyndatól eru í øllum handlum hjá Coop, og upptøkurnar verða kannaðar í næstum fyri at vita, um nøkur ábending kann finnast har.

Tað er revsivert at koyra nálir í frukt, og tað kann elva til, at viðkomandi, ið etur fruktina fær stóran skaða. Hóast tað er revsivert kann tað vera ringt at prógva nakað í hesum málinum.

Coop leggur dent á, at starvsfólkini í handlum teirra kanna fruktina og grønmetið fleiri ferðir dagliga, men nálir kunnu vera ringar at finna.

"Vit taka hetta í størsta álvara. Allir handlar okkara eru kunnaðir um hendingina," sigur umboð hjá Coop.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder