Í gjár, 1. januar 2020, gjørdist frítíðarkortskipanin SPJALDUR hjá Runavíkar kommunu virkin.
Við SPJALDUR fáa børn og ung ein kreditt á 2000 kr. frá kommununi, sum tey kunnu nýta til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í sambandi við ítróttar- og frítíðarvirksemi.
Lima- og luttøkugjaldini verða avgreidd á heimasíðuni spjaldur.runavik.fo.
Skipanin varð samtykt av býráðnum á heysti 2019, og kom at virka nú 1. januar 2020 - hetta fyrsta árið sum ein royndarskipan, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Frítíðarkortið fevnir í 2020 um aldursbólkin frá børnum, sum fylla 6 ár í 2020, og til teirra, sum fylla 18 ár í 2020.
Foreldur/verjar fingu undan jólum 2019 sendandi brúkaranavn og loyniorð til umsitingarsíðuna. Og børn og ung í skipanini fingu eitt kort sendandi við teirra navni og nummari á.
Nógv tilboð eru í skipanini longu nú, og roknast kann við, at tilboð leggjast afturat so við og við, sigur kommunan.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald