Nú er steinur lagdur á seinasta hvíldarstaðin hjá bretsku Elizabeth drotning í St. George's Chapel á Windsor slottinum.
Steinurin er av belgiskum, svørtum marmori, og hevur hann, umframt navnið á drotningini, eisini nøvnini á foreldrum hennara og manni hennara. Talan er um ein nýggjan stein, sum er komin í staðin fyri tann gamla, sum bert hevði nøvnini á foreldrum hennara.
Á steininum stendur:
George VI 1895-1952
Elizabeth 1900-2002
Elizabeth II 1926-2022
Philip 1921-2021
Tað er Buckingham Palace, sum hevur almannakunngjørt fyrstu myndina av steininum á grøvini hjá drotningini. Í næstu viku – 29. september – væntast Windsor slottið at lata upp fyri almenninginum, sum tá fær høvi at síggja grøvina hjá drotningini
Elizabeth II andaðist á Balmoral slottinum í Skotlandi 8. september, 96 ára gomul. Hon var drotning í 70 ár, og hevur hon sostatt sitið longri á bretsku trónuni enn nakar annar. Mánadagin luttóku 2.000 fólk, harímillum kongalig og statsleiðarar úr øllum heiminum, í jarðarferðini hjá drotningini úr Westminister Abbey. Seinni varð kistan koyrd til Windsor slottið, har skipað var fyri enn einum minningarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald