
Eftir at Kringvarp Føroya í gjár kundi avdúka hvør tað er, ið tók nógv umrøddu myndina av hekkuportrinum á Galaxy og í hvørjum ørindum viðkomandi var í á biladekkinum á ferjuni, er Strandferðslan nú farin at taka upplýsingarnar um opna hekkuportrið í størri álvara.
Tað sigur Niels Juel Arge, strandferðslustjóri, í fráboðan í morgun.
Málið um hekkuportrið er áður blivið kannað av Sjóvinnustýrinum, sum gjørdi eina niðurstøðu og lat málið aftur. Tað hevur eisini verið frammi, at persónurin, ið tók myndina, hevur meldað málið til løgregluna.
- Skuldi havt boðað Strandferðsluni frá
- Strandferðslan væntar at frætta, um hon skal luttaka í víðari viðgerð av málinum, sigur Niels Juel Arge í fráboðanini, og leggur aftrat, at tað harmar Strandferðsluna, at ein persónur, sum umvegis sítt starv hevur serliga atgongd til dekkið á Galaxy undir sigling, ikki sigur manningini og Strandferðsluni frá, at hekkuportrið stóð upp á glopp ella var opið, so at málið beinavegin hevði kunnað blivið kannað og møgulig prógv tryggjað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald