Uttanlands

Ný Sæland: 12.000 fólk hava sjálvboðin latið síni vápn inn

Í kjalarvørinum av yvirgangsálopinum í Christchurch í mars eru broytingar komnar í vápnalógina, og stjórnin keypir vápn innaftur frá fólki

Jacinda Arden, forsetisráðharri, segði beint eftir yvirgangsálopið í Christchurch, at nú skuldi vápnalógin herðast (Mynd: EPA)

Jacinda Arden, forsetisráðharri, segði beint eftir yvirgangsálopið í Christchurch, at nú skuldi vápnalógin herðast (Mynd: EPA)

2019-08-16 13:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýsælendska stjórnin herdi vápnalógina í apríl orsakað av yvirgangsálopunum í mars, har ein vápnaður maður drap 51 fólk í tveimum moskum í Christchurch. Avstralski Brenton Tarrant skal nú fyri rættan, og samstundis verður boðað frá, at tað gongur væl at fáa vápn inn.

Avtalan var, at fólk sum átti hálvsjálvvirkandi vápn, skuldi fáa 70 prosent av keypsprísinum aftur frá statinumum, ið keypti vápnini innaftur. 12.000 hava sjálvboðin latið inn. Hetta upplýsir løgregluumboðsmaður, Mike Clement sambært tíðindastovuni DPA.

Áður kundu øll yvir 16 ár í Ný Sælandi søkja um vanligt vápnaloyvi og nýta nøkur vápn uttan eftirlit. Brenton Tarrant átti fimm vápn lógliga, og nýtti millum annað eina rifflu í álopunum.

Sambært kanning í 2017 vóru 1,2 milliónir vápn skrásett í landinum. Eftir yvirgangsálopini í Christchurch í mars, gjørdi stjórnin av at seta fleiri enn 200 mió. dollarar av til at keypa vápn inn aftur frá fólki


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder