Innanlands

Nýggi innkomuvegurin letur væntandi upp um mánaðarskiftið juni/juli

Saman við tekniska stjóranum í Tórshavnar kommunu, Fríði P. Dalsgarð, koyrdu vit ein túr eftir nýggja innkomuvegnum. Hoyr hann greiða frá í longri samrøðu

Húsareynstunnilin verður hann kallaður, tunnilin sum knýtir Hoyvík og vesturbýin saman (Mynd: Sverri Egholm)

Húsareynstunnilin verður hann kallaður, tunnilin sum knýtir Hoyvík og vesturbýin saman (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-02 17:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í hesum døgum hevur Tórshavnar kommuna samráðingar við Articon um, nær avhendanin av nýggja innkomuvegnum skal vera. Og tað verður eftir ætlan um mánaðarskiftið juni/juli.

Tað sigur Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. Vit vóru í gjár ein biltúr saman við honum eftir nýggja innkomuvegnum, sum byrjar at líkjast.

Eftir upprunaætlanini skuldi vegurin og tunnilin standa liðugur síðst í november í fjør, men síðan eru verkætlanir komnar afturat umframt at arbeiðið í tunlinum hevur havt ymiskar avbjóðingar við sær.

Kostnaðurin liggur um 500 milliónir krónur. Væntandi fara einir 6.000-7.000 bilar at koyra eftir vegnum dagliga.

Hoyr Fríð P. Dalsgarð greiða frá omanfyri. Petur Zachariassen gjørdi samrøðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder