Mentan

Nýggj orð fyri kynsgøgnini

Pissilingurin og pissikonan verða rópt pittur og pitta á nýggjari plakat ætlað børnum og ungum

2019-12-06 16:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kært barn hevur nógv nøvn, sigur eitt danskt orðafelli, og nú verður eitt nýtt heiti innført til tann partin av mannakroppinum, sum í dagligum barnamáli verður nevnt pissilingur og –kona.

Pittur og pitta verða kynsgøgnini rópt á einum nýggjum uppslagi – eini plakat -, ið júst er útkomin og fæst til keyps í bókabúðunum kring landið. 

Um sligið verður upp í orðabókunum hjá Sprotanum, so er orðið 'pitta' ikki at finna har. 'Pittur' verður nevndur sum seinasta av fleiri dømum, tá tú t.d. leitar eftir 'penis' í DA-FO orðabókini, men ikki um tú leitar eftir tí meira barnsliga danska heitinum.

Tað er málfrøðingurin Marjun Simonsen, sum hevur tikið stig til hetta uppslagið, ið skal gera tað lættari hjá serliga børnum og ungum at finna fram til tey ymsu heitini á mannakroppinum.

Uppslagið hevur A3-stødd og hevur tískil hóskandi stødd til t.d. at heingja upp í barnakømrum. Uppslagið er lagt við bleðli (foliu, red.), so tað tolir at verða handfarið.

Á uppslagnum eru genta og drongur, og ávísir kropspartar eru teknaðir neyvari, t.e. hond, fótur, høvur, eyga, oyra, munnur og tenn.

Miðað hevur verið eftir at gera uppslagið so námsfrøðiligt sum møguligt, so tað er lætt hjá børnum at skilja og læra.

Hetta uppslag hevur støði í einum størri uppslagi, 50 x 70 cm, ið varð gjørt í sambandi við eina verkætlan frá 2017, ið fevndi um, at allir barnagarðar, frítíðarskúlar, skúlar og frískúlar í Tórshavnar kommunu fingu slíkt uppslag.

Heitini til upprunaliga uppslagið vórðu ásett í samráð við Málstovuna og Nám. Harumframt varð leitað til heimildarfólk úti um landið. Eisini veitti Jóhan Hendrik W. Poulsen ráð, tá ið ivamál tóku seg upp. – Nøkur heiti eru sett afturat til hetta minna uppslagið. Umframt at spyrja heimildarfólk hevur Anfinnur Johansen, málfrøðingur, verið tikin við upp á ráð.

Uppslagið byggir sostatt á haldgott støði og er góðkent undirvísingartilfar hjá skúlum, frítíðarskúlum og barnagørðum.

Stigtakari er Marjun A. Simonsen, málfrøðingur, ið hevur virkið Orðafragd. Teknað tær neyvu myndirnar hevur roynda listakvinnan, Astrid Andreasen.

[object Object]
Marjun og Astrid avmyndaðar við uppslagnum í Müllers pakkhúsi (mynd: Lív Arge Simonsen)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder