Innanlands

Nýggj útstykking kallað eftir Gudmund Bruun

Nú er klárt at byggja á Gudmundargøtu eystan fyri Skaldaveg í Miðvági

2020-12-01 13:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðið at útstykkja átta nýggj grundstykkir eystanfyri Skaldaveg í Miðvági er liðugt. Tað var 25. mai í ár at Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, setti fyrsta spakan í og gróv flagið av.

Tað er Sp/f Deskon við Dánial Johansen, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at gera grundstykkini byggibúgvin og J&K Petersen hava verið undirveitarar.

Arbeiðið hevur gingið væl, og í gjár var ástaðarfundur og økið varð handað kommununi. Tað nýggja við hesi útstykking er, at vegurin, kantsteinar og lyktapelar eru gjørd liðug. Nógv orka er somuleiðs løgd í, at kloakk og spillvatnsleiðingar eru gjørdar, at klárt er at fara undir at gera fleiri grundstykkir.

Útstykkingin á Heiðatrøðni er partur av størri útstykkingarætlan fyri økið, og eru hesi tey fyrstu 8 av 50 grundstykkjum. Tað sum er serstakt við hesum nýggja býlinginum er, at hann verður bundin saman við gøtum og fríøki, og verður tryggur hjá børnum at ferðast á og at spæla millum húsini.

Tað er siðvenja, at vegirnir norðuri á Heiðum hava nøvn eftir skøldum ættað úr Miðvági. Hendan nýggja gøtan fær navnið Gudmundargøta eftir skaldið og próstin Gudmund Bruun, føddur í Jansagerði í Miðvági 18. august 1891.  

Tíðindaskriv frá Vága kommunu

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder