Mentan

Nýggjar bøkur til børn og ung

Bókadeild Føroyar Lærarafelags gevur út seks nýggjar bøkur

2020-04-28 11:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggjar bøkur eru komnar út til børn og ung á Bókadeildini. Ein teirra hátíðarheldur 75 ára føðingardagin hjá Pippi, ein er bókin, sum í 2019 fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, ein er um ómaka parið Pettson og Findus, tvær um Herviliga Henry og ein er ungdómsbók eftir Philip Pullman.

[object Object]

Pippi Langsokkur
Pippi fyllir 75 ár í 2020, og tað hátíðarheldur Bókadeildin m.a. við at geva teimum yngstu lesarunum hesa fittu, sniðskornu pappbókina um heimsins sterkastu gentu. Í bókini heilsa vit upp á Pippi, Villingavál, apuna Nilla og fleiri aðrar kendar vinir.

Bókin er 14 síður og til tey umleið 0-1 ára gomlu.

[object Object]

Dugir tú onki, Pettson?
Findus og Pettson eru eitt ómakað par, men bestu vinir. Findus dugir næstan alt. Men hvussu við Pettsoni? Í bókini kunnu tit lesa um, hvussu Findus bjóðar Pettsoni av at gera alt møguligt løgið.

Sven Nordqvist skrivaði og myndprýddi. Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 24 síður og til tey umleið 2-3 ára gomlu.

[object Object]

Øll telja við
Norska Kristin Roskifte hevur skrivað og myndprýtt bókina, sum í 2019 fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er ein sjáldsom bók, sum fær lesaran at hugsa og undrast, ímeðan hann stuttleikar sær við at leita og fáa søgur at ganga upp. Bókin er yðjandi full av ymiskum fólki, sum tú kanst telja, fylgja, dáma, og tú kanst leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman.

Ria Tórgarð týddi. Bókin er innbundin, 60 síður og hóskar til nógvar aldursbólkar, serliga tey umleið 3-7 ára gomlu.

[object Object]

Herviligi Henry og flúgvarin + kannibalbanningin
Herviligi Henry er ein ordiligur kúllur, og tað er júst tí, at tað eru so nógv børn, sum elska hann. Hetta eru tær báðar allarsíðstu bøkurnar í røðini um Herviliga Henry, Frálíka Fríðrik, Droyu Drós og øll hini herligu børnini.

Francesca Simon skrivaði, og Tony Ross myndprýddi. Bergur Rasmussen týddi. Bøkurnar eru heftar, um 150 síður og til tey umleið 8-12 ára gomlu.

[object Object]

Loyniliga samveldið – Bókin um dust
Hetta er onnur bókin í tríverkinum “Bókin um dust” eftir Philip Pullman, sum er um tíðina áðrenn og eftir hendingarnar í tríverkinum “Myrkursins frumevni”. Lyra Silvurtunga, sum nú er ein ung kvinna, situr ikki væl um sátt við daimon sín, Pantalaimon. Tá ið hann verður vitni til eitt morð, verða tey noydd at fáa greiðu á sínum viðurskiftum á ein hátt, sum tey ongantíð høvdu ímyndað sær. Tey verða drigin inn í torgreiddar og vandamiklar ósemjur í einum heimi, tey ikki vistu, var til. Malcolm Polstead verður eisini noyddur avstað á sína egnu ferð.

Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bókin er heft við klaffum, 667 síður og til tey, sum eru umleið 13 ár og eldri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder