2018-09-27 13:51
Umboðsráðið hjá Betri-samtakinum hevur kallað inn til eykaaðalfund at velja nýggjan nevndarlim, nú Teitur Poulsen er farin úr nevndini. Tað skrivar Kringvarpið.
Teitur Poulsen var næstformaður í nevndini og avgjørdi at taka seg úr nevndini. Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra forstjóran, Ben Arabo, úr starvi.
Nýggi næstformaður fyri Teitur Poulsen er Gunn Danielsen.
Tað er umboðsráðið, sum er valt av tryggingartakarunum, ið velur nevndina í P/F Betri. Eykaaðalfundurin, har ráðið fer at velja nýggjan nevndarlim, verður væntandi í oktober.
Les eisini: Ben Arabo ikki eitt gott "match" við Betri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald