Innanlands

Nýggjur pallur til lesarabrøv

Lesarin.fo er komin út í nýggjum hami og nú ber aftur til hjá fólki at leggja lesarabrøv inn sjálvi

2022-10-18 15:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú fólkatingsvalstríðið so smátt er farið í gongd í Føroyum økist talið á lesarbrøvum eisini. Tí eru vit í dag fegin um, at Lesarin.fo er komin út í nýggjum hami og við nýggjum møguleikum.

Áður hevur borið til hjá politikarum og øðrum at leggja lesarabrøv inn sjálvi umvegis sín Facebook-brúkara, men seinastu tíðina hevur hetta ikki riggað.

Nýggi Lesarin.fo gevur aftur møguleika fyri hesum, og tað er nú umvegis nýggju brúkaraskipanina ID.fo, sum Knassar hava ment.

Brúkari verður stovnaður umvegis títt telefonnummar, og hetta skal forða fyri, at huldufólk sleppa framat.

Tað er framhaldandi ókeypis at leggja út lesarabræv, men møguleiki er eisini at sleppa beinleiðis gjøgnum tíðindastreymin á portal.fo.

Kostnaðurin fyri hetta er 1500 krónur, og lesarabrævið verður tá eisini sett á serliga gott pláss á forsíðuni á Portalinum í tvey samdøgur.

Vitja lesarin.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder