
Tórhild Bjarkhamar byrjaði í starvi sum samskipari hjá KFUK í Havn 1. november 2022, og Louisa Niclasen, ið hevur verið skrivari hjá KFUK í mong ár, fer nú frá vegna aldur.
Tað boðar KFUK frá í tíðindaskrivi.
Tórhild er útbúgvin lærari. Hon er eisini psyko- og familjuterapeutur og hevur útbúgving í leiðslu og verkætlanarleiðslu.
KFUK er ein kristin felagsskapur, ið varð settur á stovn í Føroyum fyri 100 árum síðani. Húsið hjá KFUK í Tórshavn er karmur um fleiri tiltøk hvørja viku. Skótarnir halda til har, og eldrasamkoma er hvønn mánadag. Hósdag er binditreff, og fleiri onnur tiltøk eru eisini í KFUK, m.a. jólaaftanshugni, sangløtur, fundir, skeiðsvirksemi o.a.
KFUK hevur sett sær fyri at náa longur út í býin og landið, og tað verður eisini ein uppgáva, ið Tórhild fer at taka sær av. KFUK skrivar, at húsinum tørvar ábøtur, og í løtuni verður arbeitt við at fáa húsið og økið uttanum í betri stand.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald