Í Nýsælandi, sum hevur verið rakt av strangum koronutiltøkum seinastu árini, nærkast tey nú einum vanligum gerandisdegi. Á midnátt í dag fara fleiri av teimum tiltøkunum, sum enn eru galdandi, úr gildi aftur.
Sambært tíðindastovuni AP verður ikki longur kravt, at fólk skulu brúka munnbind í handlum, í bussum og flogførum. Tað verður heldur ikki longur kravt, at heilsustarvsfólk og ferðafólk skulu verða koppsett fyri koronu.
Tað verður tó framvegis krav, at tey, sum verða staðfest positiv fyri koronu, fara í sóttarhald í sjey dagar, og at fólk eru í munnbindi, tá tey vitja sjúkrahús og røktarheim.
Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi sigur, at hendan broytingin fer at fáa gongd aftur á búskapin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald