Uttanlands

Nýsæland: Forsetisráðharri afturkomin úr barnsburðarfarloyvi

Aftaná seks vikur í barnsburðarfarloyvi fer Jacinda Ardern nú aftur til arbeiðis

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-08-05 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forsetisráðharrin í Nýsælandi, Jacinda Ardern fer aftur til arbeiðis í næstu viku.

Tað skrivar DR.

Jacinda Ardern er bert seinni kvinnuliga statsleiðarin í nýggjari tíð, sum hevur átt eitt barn, meðan hon hevur sitið við valdið. Hetta hendi fyrstu ferð í 1990, tá táverandi forsetisráðharrin í Pakistan, Benazir Bhutto, fekk eina dóttir.

Jacinda Ardern fann útav, at hon var við barn, seks dagar áðrenn hon yvirtók embætið sum forsetisráðharri í oktober í fjør. Tá hevði hon bert verið leiðari av Labour-flokkinum í sjey vikur.

Tá Jacinda Ardern kom aftur til høvuðsstaðin, Wellington, greiddi hon frá, hvussu nógv hon gleddi seg at sleppa aftur til arbeiðis, meðan unnusti hennara, Clarke Gayford, kann finna sær til rættis sum heimagangandi pápi og ferðast runt við dóttir teirra, Neve, meðan hon sjálv er til arbeiðis.

Nýsæland var fyrsta landið í heiminum, ið gav kvinnum atkvøðurætt. Hetta hendi longu í 1893, og Jacinda Ardern er triði kvinnuligi forsetisráðharrin, Nýsæland hevur havt yvirhøvur og fyrsti kvinnuliga statsleiðarin nakrantíð, sum hevur verið í barnsburðarfarloyvi.

Les eisini: Forsetisráðharrin í Ný Sælandi fer í barsil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder